Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Vinna

Í oktober ger Samskip munandi broytingar á siglingarætlanini við Føroyar og Ísland. Íløgur verða gjørdar í størri skip, umframt at talið av skipum verður økt úr fýra til fimm, at røkja leiðina.

- Við nýggju og betraðu siglingarætlanini bjóða vit okkara viðskiftafólki styttri transitttíðir, øktan títtleika við komum og fráferðum, umframt eina meira álítandi siglingarætlan, sigur stjórin í Samskip, Sjúrður Johansen. 

Talan verður nú um tríggjar sjóleiðir. Norðurleiðin siglir frá meginlandinum, via Skandinavia, til Føroya og Íslands. Suðurleiðin siglir úr vesturfirðunum í Íslandi til Evropa.

Strandarleiðin siglir úr norður- og eystur Íslandi til Føroya.

- Við nýggju siglingarleiðunum kunnu vit bjóða okkara viðskiftafólki fjølbroyttar fyrimunir. Við vikuligari fráferð úr Føroyum fríggjadag og komu í Rotterdam sunnudag, kann feskur fiskur vera á marknaðunum á evropeiska meginlandinum mánamorgnar. Innflutningur úr meginlandinum og Skandinavia er í Føroyum sunnudag, soleiðis at vøran kann vera á hillunum mánamorgnar, sigur Sjúrður Johansen.

Norðurleiðin verður røkt av skipunum Arnarfell og Helgafell, ið eru skrásett í FAS (Føroya Altjóða Skipaskráseting) og hava heimstað í Tórshavn.

Nærri kunning um nýggju siglingarætlanina er á heimasíðuni www.samskip.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo