Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Onnur tíðindi

Ein nýggj útgáva av Frøði er komin á gøtuna.

Her er nakað av innihaldinum í útgávuni:

- Karin Margretha H. Larsen, Sólva Eliasen og Lis Mortensen skriva um, hvat tað var, sum hendi 29. og 30. juni 2019, tá óvanligu flóðaldurnar raktu Føroyar.

- Jón Aldará og Jens-Kjeld Jensen greiða frá kanningum um gongdina hjá æðu, teista og heiðafugli í Nólsoy.

- Eyðfinn Magnussen skrivar drúgva grein um føroysku haruna og haruveiðuna seinastu árini.

- Karin Jóhanna L. Knudsen skrivar grein, ið hon nevnir Konseptið Føroyar. Í greinini seta føroyskar konur orð á, hvat eyðkennir flyting hjá føroyskum konum millum Føroyar og Danmark.

- Jóan Pauli Joensen hugleiðir um lippukassamentan og sjálvdrátt.

- Ingilín D. Strøm skrivar um nøktandi tørv á argumentatión í einum fólkaræði.

- Jens-Kjeld Jensen hevur eygleitt námsvespuormverur, sum halda til í bløðum á dúnbjarkartrøum og sitkaelristrøum.

- Eyðfinn Magnussen hevur granskað føroysku rottuna og ein av niðurstøðunum er, at rottan kom til Føroya í trimum umførum.

Frøði fæst í blaðsølum og aðrastaðni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo