Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Innlendis ítróttur

Fótbóltssambandið: Gestur í FSF Varpinum hesaferð er tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Smith Clementsen, ið hevur høvuðsábyrgd av øllum venjaraútbúgvingunum hjá FSF.

Og tað er júst venjaraútbúgvingin hjá FSF, ið sjóneykan verður sett á í FSF Varpinum hesaferð. Fótbóltssamband Føroya hevur eftirmett venjaraútbúgvingina, sum hon hevur verið seinastu árini, og í tí sambandi eru gjørdar nakrar tillagingar.

Í sendingini greiðir Pætur S. Clementsen eisini frá um A-skeiðið, sum byrjar í juni, og um nýggju venjaraútbúgvingina, ið verður nevnd “FSF Ungdómsvenjarin”. Eisini verður tosað við Atla Gregersen og Christian Høgna Jacobsen, sum báðir eru farnir undir B4-venjaraútbúgvingina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo