At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Tað ljóðar næstan ov gott til at vera sætt, og fyribils er tað eisini bara mýs sum hava roynt tað. 

Men sambært ScienceDaily hava granskarar skapt eitt evni, sum ger at vit fara at kunna eta uttan at blíva feit.

Evnið fer inn og blokerar eitt ávíst gen sum eitur RCAN1. Tá tað er gjørt ger kroppurin ikki meira tað ósunna hvíta feittið, sum goymir orku, men bara tað sunnara brúna feittið sum brúkar orku.

Royndir eru gjørdar við músum í eitt hálvt ár, og úrslitið er so mikið gott, at granskarar hava vónir um at fólk eisini kunnu hava gagn av tí.

Sambært heimsheilsustovninum undir ST, WHO, viga nærum 2 milliardir fólk í heiminum ov nógv, av teimum eru 650 milliónir beinleiðis feit. Talið á ov feitum fólkum er trýfaldað síðani 1975.

Tá genið RCAN1 verður blokerað ber til at eta uttan at fara fram í vekt, siga granskarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo