Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Hotellið, sum Smyril Line letur byggja við Oknarvegin í Havn, hevur nú fingið navn. Navnið er Hotel Brandan.

Hotellið er uppkallað eftir Sankta Brandan (484-577), ið var írskur munkur og fyrsti navnnevndi persónur, sum kom til Føroya. Brandan var ævintýrari og sigldi víða um høv fyri at kanna oyggjar og lond. Á ferð síni tvørtur um Atlantshavið í opnum skinnbáti kom hann til Føroya. Her sigldi hann millum oyggjarnar og gekk í fjøllunum. Brandan skrivaði dagbók frá ferðini í Føroyum og lýsti vøkru náttúruna.

- Vit valdu navnið Hotel Brandan, tí navnið hevur eina spennandi søgu knýtta at sær samstundis sum tað er lætt at siga og skrivað á flest øllum málum. Haraftrat kunnu flestu vitjandi á hotellinum kenna seg heima í navninum og søguni um Brandan. Tey eru sjálvi ævintýrarar, sum vitja forkunnugu og bergtakandi oyggjar okkara, sigur Henny á Líknargøtu, sølu og marknaðarstjóri hjá Smyril Line.

Hotel Brandan verður eitt 4-stjørnað hotell við 124 dupultkømrum. Byggiarbeiðið gongur væl, og hotellið verður klárt at taka ímóti fyrstu gestunum í mai 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo