Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Innlendis ítróttur

Eiðis kommuna tekur nýggja ítróttar- og bygarhúsið í Hólmanum á Eiði alment í nýstlu leygardagin 17. mars 2018.

Móttøkan verður í ítróttar- og bygdarhúsinum í Hólmanum á Eiði leygardagin tann 17.03.2018 kl.14.00, tónleikur, røður og ein drekkamuður er á skránni. Høvið verður eisini at ganga runt í húsinum og síggja umstøðurnar.

EB/Streymur spælir landskappingardyst móti AB henda dagin, dysturin verður spældur kl.17:00.
Ítóttar og bygdarhúsið í Hólmanum er miskeiðis í bygdini beint við barnagarðin, sambýlið og kirkjuna.

Talan er um eitt hús við alskyns hentleikum.

Eitt stórt og framkomið venjingarhølið, fýra skiftingarrúm og eitt dómaraskiftingarrrúm, ein stór samkomuhøll við tilhoyrandi nýmótans køkið, hølið til ungdómin og skrivstova til ítróttin. Harafturat eru sitipláss til gott 300 áskoðarar undir takið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo