Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Vinna

Unn Laksá, stjórnmálafrøðingur, sum var limur í serfrøðingabólkinum hja Høgna Hoydal, leggur ikki fingararnar í millum, tá hon greinar nýggju fiskivinnunýskipanina, sum løgtingið samtykti seinasta týsdag.

Hon sigur, at nýggja fiskivinnunýskipanin er alt annað enn ein marknaðargrundað skipan. Støðan er nevniliga tann beint øvuta. Nýggja skipanin er minni marknaðargrundað enn tann gamla skipanin.

Hetta segði hon í útvarpssendingini Radarin seinasta mikudag.

Unn Laksá sigur, at gamla skipanin var marknaðargrundað við tað, at vit høvdu eina umsetiliga skipan, har vinnan kundi handla loyvir ímillum sín.

- Henda skipanin hevur serliga innan pelagisku vinnuna havt sum avleiðing, at vinnan hevur kunnað framt munandi effektiviseringar. Vinnan hevur fingið tillagað sin kapacitet. Hetta hevur havt við sær, at tað seinastu árini hevur gingið sera væl í pørtum av fiskivinnuni. Hetta hevur økt um tilfeingisrentuna í hesum partinum av fiskivinnuni.

- Sama søgan hevur ikki gjørt seg galdandi fyri okkara botnfiskaflota ella heimaflota, har kapaciteturin ikki hevur fingið tillagað seg. Orsøkin til hetta er, at tað hava verið ov nógvar forðingar í galdandi lóggávu fyri hesum, eitt nú skottir millum ymisku skipabólkarnar.

- Ein effektivisering hevur ikki verið møgulig. Avleiðingin av tí er, at vit framvegis hava ein alt ov stóran kapacitet í hesum partinum av føroysku fiskivinnuni. Í hesum partinum av fiskivinnuni verður ikki skapt nøkur tilfeingisrenta.

Unn Laksá sigur, at tað hevur verið ein stórur vansi, at alt fokus í almenna kjakinum hevur verið vent móti pelagisku vinnuni.

- Avleiðingin av tí hevur verið, at onki fokus hevur verið á okkara heimaflota, har støðan í vinnuni er sera vánalig.

- Korini hjá hesum partinum av vinnuni gerst als ikki betri undir nýggju skipanini, heldur tvørturímóti.

- Nýggja skipanin hevur alt ov nógvar avmarkingar við sær. Nýggja skipanin verður av hesi orsøk minni markanðargrundað enn gamla skipanin.

- Kvoturnar verða ikki umsetiligar, øll flyting av loyvum skal yvir ein almennan marknað, útlendskur kapitalur skal úr vinnuni, ein stórur patur skal útlutast sum menningarkvotur v.m.

- Alt hetta ger, at nýggja skipanin verður alt annað enn ein marknaðargrundað skipan. Skipanin gongur eisini beint móti teimum tilmælum, sum serfrøðingabólkurin kom við.

Unn Laksá sigur, at fordeilingin av virðum eigur at verða framd gjøgnum skatta- og avgjaldslógir og ikki gjøgnum fiskivinnulóggavá, sum hevur við sær ásetingar um fordeiling av tilfeingi gjøgnum politisku skipanina.

Unn Laksá sgiur eisini, at menningarkvoturnar, sum verða nevndar í lógini, hava onki við menning av sjálvari fiskivunnuni at gera.

- Slik menning, sum hevur eitt socialpolitiskt sikti, eigur heldur ikki at verða regulerað í fisikivinnulóggávuni, men í aðrari lóggávu.

Hoyr Unn Laksá - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo