Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tað er avgjørt tankavekjandi, at Drottningin torir at nevna, at sjálvt hjá teimum opnu og vanliga blíðu danskarunum kann fyribrigdið "sjálvtilstrekkiligheit" eisini vera ein vandi.

So skuldi hon bara kent til ta føroysku nalvadyrkanina!

- Nær fara føroyskir nationalistar at TORA at taka uppgerðina við ta føroyska yvir-eksponeraða sjálvrósið og ditto-gleðina, tað stupida reypið, heimføðisskapin og ta destruktivu chauvinismuna???

Tað krevur nógv meira enn vanliga sjálvironi og eitt avgjørt "filosofiskt gear-skifti".

ØLL nationalisma er jú akkurát sum fascisma baserað uppá ekstremt kyklopiska "sjálvtilstrekkiligheit"!

Annars er siður  í Danmark at kjósa "ársins tosk", og tann danski er langt síðani funnin, men hvør er so tann føroyski kandidaturin?

Ja, tað kann valla vera møguligt at finna ein størri mega-tosk enn okkara ússaliga  Løgtingsformann, ið vera skal - sjálvur  superheimfødingurin og meginsparkarin  á Reynatúgvu, sum í ramasta álvara sýtti fyri at koma til døgurðabords hjá Margretu drottning, tí  hann sum tjóðveldismaður ikki vildi eta saman við henni, tí hon er donsk!

Henda politiska rukkan av Sandi helt seg vera øgiliga raska, tí hon  krógvaði seg undir døgurðanum hjá drottningini.

Tíbetri eru teir flestu føroyingar hampafólk og duga munandi  betri fólkaskikk enn tað fjaðursára   loysingarliðið; og  Margreta fírdi tí heldur  ikki fyri at senda øllum føroyingum takkarkvøður og alskyns góðynski.

Hon hevur jú alt tað PLI, sum  Reyna-rukkan  heilt manglar.

Sum orðaleikurin hevur verið á Fólkatingi í heyst,  tykist  tað, sum  um formans-toskurin á Løgtingi er við at fáa ein herviligan konkurrent í einum partamanni  á Fólkatingi  og helst ein komandi toskakandidat.

Tí  verður  2017  helst eisini eitt nýtt rukku-ár, har føroyskir  loysingar kunnu kappast um at vera mest møguliga sørir fyri uppdragilsi og evnir til at ferðast á asfalti ella bonaðum gólvum. Teir rigga altið best í runu og trongum sortudíki.

Ófatulígt, at løgmaður finnur seg í at hava eina so óskikkaða  og primitiva rukku  sitandi  í landsins næsthægsta starvi.

Virgar Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo