Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Nýggjar avdúkingar stuðla frágreiðingini hjá Turkalandi um, at ein serligur bólkur av saudiarabarum hevur myrt ein journalist.

Tann 59 ára gamli Jamal Khashoggi var á konsulátinum tann 2. oktober, fyri at fáa greiðu á nøkrum pappírum í sambandi við at hann skuldi giftast.

Hann er kendur sum ein kritikari av stýrinum í Saudi-Arabia, og hevur seinnu árini livað í útlegd í USA av ótta fyri forfylging.

Teir turkisku myndugleikarnir eru vísir í, at journalisturin er myrdur á Saudi-Arabiska konsulátinum í Istanbul.

Og turkisku myndugleikarnir hava sambært bretska miðlinum The Guardian eisini upplýst, at teir vita, at myndirnar frá vakmyndatólunum hjá konsulátinum eru fyribeindar, og at turkisku starvsfólkini fingu frí tann dagin, Khashoggi hvarv.

Kvinnan sum journalisturin var trúlovaður við bað í gjár um hjálp frá amerikanska forsetanum Donald Trump, sambært tíðindastovuni AP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo