Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags setir hol á nýggja skúlaárið við hópin av frítíðarlesnaði til børn og ung. Millum bøkurnar eru “Klokkan – ein bók um tíð”, “Skúlabyrjan – pluss og minus” og ein nýggj bók um lundapisurnar Ludda og Lundisu eftir Vár Berghamar Jacobsen og Deliu Ciccarelli

Luddi & Lundisa spegla sær
Onnur bókin um tær báðar fittu lundapisurnar er komin, og í hesi bókini sleppa vit aftur við Ludda og Lundisu í lundalandið. Hesa ferð síggja lundarnir seg sjálvar og heimin rundan um seg speglast. Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað bøkurnar, og italski myndprýðarin Delia Ciccarelli hevur myndprýtt. Bókin er innbundin, 34 síður og til tey 0-2 ára gomlu. Eisini fáast nú fýra ymisk postkort við fittum myndum úr teimum báðum bókunum.

Bukkarnir Brúsi fara í skúla
Ein nýggj og stuttlig bók eftir Bjørn F. Rørvik og Gry Moursund um teir tríggjar geitarbukkarnar. Bukkarnir Brúsi fáa bræv um, at teir skulu byrja í skúla. Men í skúlanum hitta teir sjálvandi trøllið, sum er nýggi skúlastjórin í skúlanum. Pauli Hansen týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 44 síður og til tey 3-7 ára gomlu.

Herviligi Henry
Ein av yndiskúllunum í barnabókaverðini er aftur, og hann er herligari og herviligari enn nakrantíð. Tvær bøkur við fleiri søgum eru komnar, ið eita “Herviligi Henry og Andskræmiligi kavamaðurin” og “Herviligi Henry og sombivampýrurin”. Bergur Rasmussen týddi úr enskum. Bøkurnar eru heftar, 100 síður og til tey 8-10 ára gomlu.

Rýmingarnir
Abbi Gottfrid er sjúkur og innlagdur á sjúkrahúsi. Abbin hevur altíð gron, men Lítli-Gottfrid er góður við abban og sníkir seg at vitja hann, tá foreldrini ikki tíma. Saman rýma teir úr sjúkrahúsinum og út á lítlu oynna, har abbin búði, tá omman livdi, og áðrenn hann gjørdist sjúkur. Ein syrgilig og tó eisini stuttlig søga. Ulf Stark hevur skrivað, og Kitty Crowther myndprýddi. Sólrún Michelsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 142 síður og til tey 11-13 ára gomlu.

Hvønn morgun stakk systir mín bróstini í kalt vatn fyri at gerast vøkur
Ein veruleikakend og hjartaskerandi søga um lagnuna hjá mongum ungum fólkum, ið verða noydd at flýggja - ofta einsamøll - ígjøgnum krígsherjað lond. 17 ára gamla gentan Mariam býr í Aleppo í Sýria og livir eitt púra vanligt lív við skúla, vinum og forelskilsi, inntil alt broytist. Bjørn Sortland hevur skrivað, og Hjørdis Heindriksdóttir týddi úr norskum. Bókin er heft við klaffum, 194 síður og til ung.

Klokkan – ein bók um tíð og Skúlabyrjan – pluss og minus
Tað skal vera stuttligt at læra! Skúlabyrjan er ein røð av ítrívsbókum við stuttligum uppgávum um tøl, bókstavir, klokkuna og annað, sum hevur við skúlabyrjan at gera. Við aðrari bókini ber til at læra seg klokkuna, og í hinari eru stuttligar og einfaldar rokniuppgávur.
Kristianna Poulsen týddi úr donskum. Bøkurnar eru 17 og 24 síður, heftar, og ein rúgva av klistrimerkjum eru í. Bøkurnar eru hóskandi hjá børnum í skúlabólki ella teimum, sum júst eru byrjað í skúla.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo