Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag.
- Mark Zuckerberg

VP spyr

NAVN / NR.FO

Politikkur

Grein §52a fyrispurningur til landsstýrismannin í Mentamálum, Rigmor Dam, um forskúlar í frískúlum.

1. Hvussu nógvir forskúlar í frískúlum eru í Føroyum í dag?

2. Í hvønn mun verða hesir stulaðir av landi ella kommunu?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at gera broytingar í reglunum fyri fígging av hesum forskúlum?

Løgtingslóg nr. 46 frá 26. mars 2002 um frískúlar heimiðlar landsstýrismanninum at geva loyvi til, at privatir felagsskapir og áhugabólkar fara undir frískúlavirksemi. Í lógini stendur, at raksturin av einum slíkum skúla skal gjaldast partvís við foreldragjaldi og partvís almennum pengum. Almenni parturin er býttur millum land og kommunur.

Eftir § 2, stk. 2. kann landsstýrismaðurin geva loyvi til, at ein frískúli eisini kann reka forskúla, og at forskúlin tá eisini kemur undir lógina. Eftir orðaljóðinum at døma merkir hetta, at ein slíkur forskúli verður fíggjaður á sama hátt sum restin av frískúlanum. Hetta er tó ikki nágreinað í sjálvum lógartekstinum, og viðmerkingarnar til lógina nevna heldur onki hesum viðvíkjandi.

Tí verður spurt, hvussu slíkir skúlar verða fíggaðir í dag, hvørjum lógargrundarlagi teir verða fíggjaðir eftir og um landsstýrismaðurin hevur ætlanir at gera nýggjar, og greiðari, reglur um virksemi hjá forskúlum, ið eru partur av einum frískúla.

Bill Justinussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann