Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Jólini og gamlaárskvøld 2018 eru stillisliga farin um sýn, og árið 2019 er so dánt komin á okkara eygsjón. Tá árið fer at halla, hava vit tað soleiðis, at vit hugsa um alt, ið farið er, og um hvat vit nú skula seta út í kortið.

Sum øll vita, eru rembingar úti í stóru verð: kríggj, hungur, flóttafólk, forfylging av kristnum og mangt annað, sum í okkara eygu eru ræðuleikar, sum vit taka frástøðu frá.

Vit her í Sørvágs kommunu liva gott og trygt umfevnd av okkara vøkru fjøllum. Fólkatalið veksur, vinnan hevur tað gott, og útróðurin er við at taka seg upp aftur, so vit hava alla grund til at hyggja fram eftir við vón um góða framtíð.

Tað fyrsta, ið eg fari at tosa um, er, hvussu henda siðvenja kom í lag. Tað var Sørvágs Ungmannafelag altso SUF, sum vóru tey fyrstu, ið komu við tonkunum um eitt nýggjárshald við hornblástri og røðu.

Hugskoti kom frá Rúna Nolsøe, ið fekk íblástur frá nýggjárshaldinum í Vági, ið er víðakent.

Teir, ið so skipaðu fyri bálum og blikkum, vóru Solok sáli, Jóhan Hendrik sáli, Torkil í Vestmanna sáli, Allan, Sjúrður og Kári. Um nakar manglar, so er tað ikki við vilja. Hetta er mær fortalt.

Høgni var so hann, ið trúliga sløkti lyktapelarnar á hvørjum ári, so tað bleiv hugnaligari í bygdini. Hesi og aðrir, sum so komu til seinnu árini, hava verið eldsálir og hava alla tøkk uppiborna, og teir, ið farnir eru um sýn, skulu vit minnast við takksemi og virðing.

Meðan eg eri í gongd við at takka, vil eg vegna Country -& Blues festivalin takka øllum teimum, ið stuðlaðu okkum á ymsan hátt, og vóni eg, at nú komandi festival koma at síggja enn fleiri hjálpsamar hendur niðri á Dungasandi.

Eisini fari eg at takka Sørvágs sløkkulið fyri teirra megnar arbeiði. Altíð klárir har, ið harðast leikar á. John Edvind við sínum monnum, ið hjálpa har, ið hjalpast kann, og hvørja ferð kavi er, ger tað soleiðis, at koyrandi er í bygdini.

Hornokestrið fyri teirra stuðul til allar hátíðarløtur, og trúliga hava verið yviri á Sýnini hvønn fyrsta jóladag og spælt fyri teimum gomlu.

Libanon fyri tað stóra ungdómsarbeiði, og tá løtan býðst, er barnakórið og syngur so vakurt fyri okkum.

Kedron, sum á hvørjum ári hevur nýggjársveitslu fyri børn. Eg sjálv var ein av teimum børnunum, ið var við. Bussur koyrdi okkum frá Miðvági og yvir aftur til Miðvágs.

Skótaarbeiðið, har Borgarhjørt og Tordis samla børnini saman og læra tey at vera vinarlig við hvønn annan og síni medmennisju og ikki minst at hava virðing fyri nattúruni.

Og sum rosinan í pylsuendanum, 07 Vestur og SÍ, fyri teirra megnar arbeiði innan ungdómin. So minnist til øll, farið væl við øllum teimum eldsálum, sum virka í Sørvágs kommunu, tí sum sagt, tey eru gullverd og skulu hava eitt stórt herðaklapp.

Eitt, ið eg eisini havi hug at nevna, er Øssur Berghamar, ið bleiv kosin ársins føroyingur 2018, og má eg siga, at tað hevði hann uppiborið. Tað veit eg av egnum royndum. Tað, hann hevur gjørt og ger fyri føroyingar, ið koma niður til Danmarkar í sjúkraørindum, er so umfatandi, at tað ikki kann lýsast, og hevur hann eisini alla æru uppiborið.

At tað er góður trivnaður í bygdini hevur ótrúliga nógv at siga, og er hetta evnið aktuelt akkurát nú, og fyri at koma inn á tað, má eg fyrst siga, at tað skal helst vera so, at okkara eftirkomarir koma at siga, at "tit gjørdu tað gott".

Var inni á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu og síggi tað gleðiliga at vit hava keypt dansi/bio høllina. Sigi "vit", tí at kommunan eru vit øll, og fari at tí at heita so inniliga á tykkum, ið sita í hesum stólum at hugsa tykkum væl um, áðrenn tit gera eftir ætlan, nevnliga at ríva bygningin niður. Tað er nemt at bróta niður, men eg sigi HVAT SO....

Eg rokni ikki við, at hugsað verður um avleiðingarnir, um tit bróta hendan gamla mentunardepil niður.

Hesi gamli bygningur er fyltur við nostalgi - pør, ið komu saman, og pør, ið fóru frá hvørjum øðrum, grátur og látur alt í einum vavgreyti, og hvør minnist ikki, tá ið Holgar reið á hesti inn í dansistovuna, og bleiv forevigaður á tekning, sum Johannus Haraldsen sáli teknaði, og tekningin bleiv kallað "Wild west í Sørvági".

Jú, stuttligar løtur hava verið í hesum bygningi, og vóni eg, at framtíðar ungu eisini fáa tílíkar løtur. Eitt hús fyri nógvar milliónir er ikki neyðugt, men eitt nýtt tak, nýggj vindeygu, beklædning og vesir í fyrstu syftu hevði gjørt stóran mun. Kanska kundi sjóhiti verið eitt gott og grønt hugskot eisini.

Sjónarmið sum at dansistovan er ólekkur og lukar illa eru sera veik sjónarmið, tá vit síggja, at runt í landinum verða bygningar, ið bæði hava luktað og sæð verri út enn okkara gamli dansi/bio høll.

Eg kann nevna eitt nú Fjøðurreinsaríið í Havn, ið nú kallast Reinsaríið, og sum í dag er eitt kent tónleikastað o.a. Tann bygningurin sá heldur ikki so gott út, áðrenn teir byrjaðu at umvæla.

Okkara bygningur, ið hevur staðið við ongum varma í 360 dagar um árið. Hvat fyri bygningur hevði klárað tað uttan at lukta, og lukt kann mann gera nakað við.

Fleiri hava sagt við meg, "Thordis, tú skalt bara vera glað, at tað verður rivið niður, tí so fart tú betri útsýni út á vánna", men mítt svar hevur verið, "Vil eg hava útsigt fari eg út at ganga nøkur fet, so havi eg alla útsigt sum eg vil hava". Eg vil heldur hava byginingin at standa, so eg komi at hoyra og síggja fólk í góðum lag.

Mítt sjónarmið fyri at friða henda bygning eru sera umráðandi fyri bygdina og okkara umdømi.

Dømi 1: Hoyrdi í ÚF fyri nøkrum døgum síðani, tveir ungar menn, tvær eldsálir, ið vóru farnir undir at seta gamla filmframvísarin í var brúktur at vísa film í gamla Glyvra bio í sand, tí teir halda at tað er so umráðandi at varðveita tað gamla, og eri eg sera samd í tí. Tí er tað so umráðandi at umhugsa støðuna at ríva bygningin niður, tí vit hava bæði filmframvísarinin við tilhoyr, og hartil løriti sum hongur á vegginum, og ikki mist rammurnar, altso bygnignin sjálvan.

Dømi 2: Í øðrum londum, eitt nú í Sydney Australia, har teir gjørdu Operahúsið, brúktu teir milliónir akustikkin, altso ljóði íordan. Her í Sørvági bygdu teir bara, og ánaðu einki um akustikk, men raktu plett.

Dømi 3: Skulu vit hava Country -& Blues festivalin at yvirliva, mugu vit ikki taka sjálvt hjartað í festivalinum. Festivalurin er ein eind av tónleiki og kulissum, og har er bygningurin heilt unikkur. Henning Stærk var bergtikin, tá hann var her og framførdi, og helt fyri, tá hann steig inn í Wild West, at hetta var tað mest orginala í country høpi.

Eisini verður sagt, at vit hava nokk av bygningum í bygdini, og er tað bara gott, men allir hesir bygningar hava síni fingramerkir á. Ynskiligt hevði verið, at ein avtala bleiv gjørd, har 07 Vestur húsið hevði tey smærru tiltøkini, og dansistovan tey størru tiltøkini. Síggi ikki at tað er nakar trupulleiki við øllum hesum bygningum í eini tíð, har ferðavinnan er í menning, og kann hugsast at eksplondera, og tá fáa vit brúk fyri øllum, um vit hava nóg gott hugflog, og eitt er vist, at skula vit hava tað gott í Sørvági, má eitt gott og sterkt samarbeiði saman blíva verðuleiki.

Sørvágur er heimbygd hjá 07 Vestur, og havi eg hoyrt, at teir fáa ein nýggjan venjara í Noreg, og fer hann at arbeiða við eini strategi at brúka og venja ungar leikarar hjá okkum sjálvum. Fari at ynskja 07 Vestur alla eydnu í komandi ári.

Sørvágur er eisini kend sum flogbóltsbygdin. SÍ er í dag størsta ítróttarfelag, tá talan er um íðkandi limir á hægsta føroyska støði, og ikki minst landsliðsumboðan. Men tað hongur í einum tunnun tráð, tí høllin sum verður nýtt hjá hesum leikarum at venja og spæla dystir líkar als ikki mista marki fyri stødd á eini høll har flogbóltur kann leikast. Sostatt hava tey eitt undtaksloyvið sum loyvir teimum at spæla teirra dystir í fimleikarhøllini í Sørvági.

At mest vinnandi flogbóltfelag í landinum ikki hevur eina góðkenda høll at spæla dystir sínar í er als ikki í lagi.

Alt fundarvirksemið hjá SÍ fer fram í skúlakøkinum við vælvild frá skúlanum. Men steypini, sum felagið hava vunnið, liggja spjadd runt í bygdini. Tað er javnan, at foreldur venda sær til felagið at spyrja, hvat tey skulu gera við steypini, sum tey liggja inni við, men er felagið teimum svarskyldugt. Felagið hevur einki stað, har steypini kunnu standa, og vísa allar tær fantastisku løturnar hjá ungdóminum í Søvági í flogbóltshøpi.

Venjing er, sum øll vita, lykilin til góðu úslitini vit hava at vísa á, og har fær SÍ ríkuliga part av hallartímum, og mangan verður ført fram, at ongin annar sleppur framat og tað er ov fá tilboð til breiddina, og tað er ikki gott.

Akkurát hetta vísur at tørvin fyri at fáa eina størri høll við fleiri flogbóltsvøllum inni. Soleiðis kundi elitan, altso tey sum spæla fyri ynski at vinna, vant fyri seg og tey, ið ynskja at hugna sær og hava tað stuttligt uttan at gera stórvegis burturúr, vant í høllini samstundis og havt gleði av hvørjum øðrum.

SÍ sum størsta flogbóltsfelag í Føroyum hevur ikki møguleika at bjóða inn til eina flogbóltskapping. Tey kunna seg ikki at hýsa einari semifinalu, steypafinalu og FM finalu, ella hvat tað nú kundi verið, og hetta verður heldur ikki møguligt, um vit útbyggja verandi høll so nógv um gjørligt.

Kommunan hevði ein fund við Fuglark, har tosað varð um útbygingina, og eg spurdi teir, um hvussu fór at vera, um útbyggingin skjótt fór at vera ov lítil, og svarið var at har kundi ikki byggjast meira út. Har afturímóti gevur ein nýgg høll øllum í íðka ítrótt nýggjar og betri møgulleikar.

Síggið fyri tykkum, at FM finalurnar í flogbólti verða spældar í Sørvági, og at okkara ungdómur, sum er so einastandandi dugnalig kundu leikt alt á heimavølli. Síggið fyri tykkum at fara í eina stóra rúmliga høll um vikuskiftið og sæð okkara bestu lið leikt á langbana við nógvum áskoðaraplássum. Tað hevði verið fantiskt, einki minni.

Harafturat hevði tað verið ómøguligt at íðka innandura í Sørvági, ið alla ta tíð ein umvæling tekur, sostatt hvørva fleiri árgangir, sum ikki koma at spæla flogbólt, og hetta verður ein dyggur smeitur fyri felagið.

Staðsetingin av einari kanska komandi høll fari eg ikki at koma inná. Eg veit, at nógv eru ósamd um tað, men fari ikki og brúkið seinastu grønuplettarnar í bygdini. Minnist til, at tað eru ikki nógv ár síðani, at byggingin fór fram uttan fyri okkara bøgarðar, og tað hugsar ongin um í dag.

Kann ikki lata vera við at brúka orðini hjá Astrid Lindgren í hesum sambandi. "Når mennesker med makt holder op med at lytte, er det på tiden at skifte dem ud".

Eitt, ið eisini er ynskiligt fyri Sørvág, er at fingið Sørvágs Róðrarfelag upp at koyra/sigla, um tit vilja, men ynski teimum góða eydnu við tí.

Nýggjárið er tíðin, har vit ynskja okkum ymiskt, og hetta ynskið er eitt sindur sermerkt.

Fyri nøkrum árum síðan gjørdi ein donsk málnevnd av at útnevna orðið "undskyld" til at verða ársins orð og haldi sjálv, at hetta orðið er ótrúliga týðandi fyri okkum menniskju. At siga orsaka er nakað serligt - bæði fyri tann, ið sigur orsaka, og tann, ið fær umbønina. Ein følir kraftina av orðinum og verður glaður.

Kundi hugsað mær, at vit fóru at brúka orðið meir, tí hvør veit, um tað hevði verið liviligt hjá okkum øllum.

Latið okkum fara inn í nýggja árið við takksemi og trúgv uppá, at tað nokk skal ganga. Tíðin er eisini komin at vísa, at vit ikki eru eins øll somul, og vit mugu góðtaka ymiskleikan hjá menniskjanum og geva øllum rúm.

Til síðst fari eg at ynskja øllum teimum, ið eru sjúk og gomul og ongan góðan eiga, og ikki minst teimum, ið hava mist ein av sínum kæru, eitt gott og fevnandi nýggjár.

Ein nýggjársheilsan fer eisini til tykkum í Bø, Gásadali og Mykinesi. Fyritøkur og vinnu ynski eg eitt eydnuberandi nýggjár, og øllum tykkum, ið eru flutt til bygdina, hjartaliga vælkomin. Og tit, ið eru komin saman her í kvøld, hjartans tøkk fyri, at tit tímdu at lurta.

Latið okkum standa saman til at gera kommunina hjá okkum til ta bestu í landinum, har øll trívast og hava tað gott. Ynski tykkum øllum eitt gott nýggjár og vóni, at tit nú fara at hugna tykkum til tónleikin hjá Holgar og Vinmonnum.

Við nýggjárskvøðu
Thordis Skaalum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo