Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Bøkur

Eiga vit altíð at halda givin lyfti, ella eru nøkur lyfti, sum í ávísum støðum kunnu og kanska enntá eiga at verða brotin? Kunnu vit aldrin gera einum menniskja mein ella pína tað?

Hetta eru nakrir spurningar, sum vera umrøddir í nýggja bóklinginum, sum Etiska ráðið hevur latið umsett og lagt á heimasíðuna www.etiskaradid.fo.

Endamálið við bóklinginum er at eggja og stimbra kjakið um etiskar spurningar, sum viðkoma okkum øllum.

Etiskir spurningar eru viðkomandi fyri okkum øll og vit eiga at taka støðu til hesar spurningar. Men sjáldan er tað lætt at finna einføld svar uppá etiskar spurningar. Oftast koma svarini í samrøðuni við onnur.

Bóklingurin lýsir eitt nú hvussu til ber, við etiskari útgreining, at koma ávegis til vælhugsaðar støður ella sjónarmið.

Umframt spurningarnar omanfyri, verða m.a. hesir spurningar umrøddir:

• Er menniskja ónt ella gott, frælst ella ófrælst, ábyrgdarfult ella ábyrgdarleyst, skynsamt ella óskynsamt

• Eri eg sjálv/ur sinnað/ur at geva einum sjúkum menniskja lívgøgn míni?

• Skulu avvarðandi sleppa at taka avgerðina, um støðan hjá tí deyða um vevnaðarflutning ikki er kend?

• Hava vit tamarhald og ræði á tólmennum (robottum)?

• Hvønn verða tey nýggju sløgini av tøkni ment til frama fyri og hvør fær atgongd til teirra og hvør fær nyttu av teimum?

• Hvussu skal meginreglan um sjálvsavgerðarrættin brúkast, um ein sjúklingur hevur skerdan førleika til sjálvur at taka avgerð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo