Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Útlendis ítróttur

Á aðalfundinum, sum hevur verið í gjár og í morgun í Sofia, Bulgaria, hevur Evropeiska Flogbóltssambandið valt nýggjan formann.

Kampval var millum sitandi formannin André Meyer úr Luxembourg, sum hevur sitið seinastu seturnar, og so varaforsetan í CEV Alexzander  Boricic, Serbia.

Á valinum í morgun gjørdist úrslitið, at Alexander Boricic vann við úrslitinum 31 – 21.

Boricic er valdur til formann fram til 2019.

Flogbóltssamband Føroya er við á fundinum, og á myndini heilsar formaður í FBF Magnus Tausen upp á Boricic beint eftir at valúrslitið er almannkunngjørt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo