Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Føroyahúsið: 22 umsóknir vóru til starvið um at gerast leiðari í Føroyahúsinum. Umsóknirnar vóru bæði frá føroyingum og dønum.

Føroyahúsið boðar frá, at Sissal Kampmann er sett sum nýggjur leiðari í húsinum. Hon tekur við starvinum 1. august 2019.

Fyrstu tveir mánaðarnar av starvstíðini fer hon at arbeiða saman við fráfarandi leiðara, Hans Petur í Brekkunum, sum hevur røkt starvið í 12 ár.

Sissal Kampmann er útbúgvin cand.mag. í Norðurlendskum Bókmentum og Máli av lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevur verið virkin á føroyska mentanarpallinum í mong ár.

Vit kenna Sissal Kampmann frá m.a. mentanarsendingum í Kringvarp Føroya, eisini hevur hon rikið eina mentanar- og tónleikacafé í Vestmanna, og júst hetta vikuskiftið fyriskipar hon skránna í fjósinum á G! Festivalinum. 

- Vit eru sera fegin um at hava sett Sissal Kampmann í starv sum leiðari í Føroyahúsinum. Hon hevur neyðugu førleikarnar, sum Føroyahúsið hevur brúk fyri, sigur Martin Karbech Mouritsen, formaður í starvsnevndini fyri Føroyahúsið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo