Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Vinna

Vinnuhúsið: Jórun Gardar er sett sum nýggjur ráðgevið í Vinnuhusinum. Jórun kemur at taka sær av arbeiðsmarknaðarøkinum og sáttmálasamráðingum umframt av Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.

Esther Dahl, sum seinastu 14 árini hevur røkt starvið sum ráðgevi innan arbeiðsmarknaðar- og sáttmálaøkið og sum ráðgevi hjá reiðarafelagnum fyri Handilsskip, hevur valt at fara í annað starv. Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar Esther fyri drúgvu arbeiðstíðina í Vinnuhúsinum.

Í hennara stað er Jórun Gardar sett í starv  frá 1. oktober, við ábyrgd av sama øki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo