Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Frá vinstru Jórun Høgnesen, komandi stjóri, Símun Gullaksen, nevndarformaður fyri kunningarstovuna, og Jórun Gardar, fráfarandi stjóri

Jórun Høgnesen er sett sum nýggjur stjóri á Norðoya kunningarstovu (Visit Norðoy) eftir Jórun Gardar, sum seinastu tíðina hevur røkt starvið.

Jórun Høgnesen er 36 ára gomul, hevur nomið sær kreativa útbúgving í Bretlandi og hevur fjøltáttaðar royndir úr vinnulívinum – millum annað hjá American Express. Seinastu tíðina hevur nýggi stjórin eisini verið Visit Norðoy, og hevur tí innlit í komandi uppgávuna.

Jórun skal í samstarvi við nevndina tryggja, at kósin, sum er sett fyri tíð síðan, verður førd á mál, soleiðis at Norðoya kunningarstova verður sterk og sjónlig í lokalumhvørvinum. Samstundis skulu ferðandi framhaldandi meta kunningarstovuna sum fremsta staðið fyri vitan  um Norðoyggjar.

Jórun Høgnesen tekur við starvinum 1. oktober 2019.

Norðoya Kunningarstova er sjálvsognarstovnur, har bæði vinnulív og allar kommunur í Norðoyggjum eru aktivir viðleikarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo