Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Tónleikur

Hann hevur fleiri enn 4.5 milliónir sýningar á youtube, og flest børn, vaksin og eisini ommur og abbar kenna sangirnar hjá Klovninum BUBU, sum í dag letur úr hondum nýggjan tónleik.

Tónleikurin sum er savnaður á ein geyma, hevur 13 løg á, og kemur út ídag fríggjadagin 13. desembur, og eru 7 sangir nýggir, umframt 6 sangir ið eru framførdir áður, men tó ikki allir gjørdir sum sjónbandalag.

Bubu sigur um nýggju útgávuna: Hetta hevur verið á veg leingi, men nú er geymin endiliga her. Vit hava valt at leggja tónleikin á geyma, tí at tað eru alt fleiri ið ikki hava fløguspælara, og tí at geymin eisini er lættari at hava við sær, ella spæla av í bilinum. Hesir sangirnir eru ymiskir og fjølbroyttir, og hava jaliga og lætta Bubu dámin yvir sær, eins og vit kenna tónleikin hjá BUBU.

Í sambandi við útgávuna, so vitjar BUBU hjá Wenzel í Havn í morgin kl. 12.00, og á Norðurjól í Klaksvík kl. 15.00 har hann fer at syngja sangir av nýggju fløguni. Á tiltøkunum hevur BUBU tónleikarar við sær, umframt at kendi countrykongurin Hallur Joensen eisini kemur at syngja saman við BUBU til Norðurjól í Klaksvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo