Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Krutl

Alsamt fleiri kvinnur velja at fáa sær menn, sum eru munandi yngri enn tær sjálvar.

Ein av orsøkunum til hesa gongd er,  at kvinnur eru meira sjálvstøðugar, enn tær vóru fyrr, heldur læknin Haakon Aars.

Við Vi.no sigur hann, at kvinnur í dag eru í einari heilt aðrari støðu, enn tær vóru fyrr.

- Tær arbeiða og klára seg sjálvar og eru ikki so tengdar at einari inntøku hjá einum manni.

Sexologurin Liv Gamnes vísir á, at ungdómsárini hjá fólki vara longur í dag.

- Eg haldi, at eldri kvinnur ofta kenna seg yngri í kroppi og sinni enn kvinnur fyrr í tíðini. Hví skuldu tær ikki tað? Tað snýr seg jú um, hvussu man uppfatar seg sjálvan, sigur hon.

Hon heldur eisini, at nógvar kvinnur gerast meira tryggar við seg sjálvar, so hvørt sum tær koma upp í árini, og vita, hvat tær vilja hava.

Sambært norskum tølum frá 2008 er kvinnan eldri enn maðurin í fimtahvørjum parlagi.

Og ein kanning, sum Match.com gjørdi í 2017, vísir, at 26% av kvinnum eru sinnaðar at fara saman við monnum, sum eru í øllum førum tíggju ár yngri enn tær sjálvar.

Tað eru ikki bara kvinnur, sum vilja hava yngri menn. Menn ynskja sær eisini í ein størri mun nú enn áður eldri kvinnur.

Kvinnur, sum hava royndir og sjálvsálit.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo