Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Vinna

Havstovan: Havstovan hevur fingið eina nytru av einum sera stórum toski úr Barentshavinum.

Aldursgreiningin av nytruni vísti, at toskurin var 19 ára gamal.

Toskurin varð veiddur av einum føroyskum fiskiskipi og var 157 cm langur og vigaði 43 kg í rundari vekt.

Nøgdin av gýtingarførum toski í Barentshavinum hevur seinastu umleið 5 árini verið tann størsta síðan stovnsmetingarnar byrjaðu í 1946, og undir slíkum umstøðum er tað ikki so óvanligt at fáa so stóran tosk.

Tað kemur nærum ikki fyri, at so stórur toskur verður fingin undir Føroyum. Elsti aldursgreinaði toskur undir Føroyum seinastu 10 árini var 17 ár, 112 cm langur og vigaði 16 kg í rundari vekt. Hann var fiskaður í 2008. Elsti aldursgreinaði toskur undir Føroyum yvirhøvur var 30 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo