Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Krutl

Meira og meira fæst av eftirgjørdum mati, so hann eisini hóskar hjá veganarum at eta.

Nakað av tí nýggjasta er egg, sum eru framleidd úr algum úr sjónum. Veganarar eta, eins og vegetarar, ikki kjøt. Teir eta heldur ikki nakað, sum hevur samband við djór, eitt nú mjólk og egg.

Vegansku eggini hava verið at fingið í nøkrum útvaldum Føtex handlum í Danmark, og har hava royndirnar verið so mikið góðar, at vøran frá komandi viku verður at fáa í øllum Føtex handlum niðri.

Jyllandsposturin hevur spurt sínar lesarar, hvat teir halda um nýggju vøruna. Tú kanst lesa teirra meining niðanfyri (trýst á viðmerkingarnar).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo