Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Vágatíðindi

Næstan 400.000 ferðafólk komu og fóru í 2018, og var tað ein øking hjá Vága Floghavn á 10,7 prosent í mun til árið fyri.

Og vøksturin heldur helst fram í 2019, skrivar danska Check-in.dk.

Síðani flogbreytin var longd úr 1.250 til 1.799 metrar síðst í 2011, er ferðafólkatalið eksploderað, skrivar danski miðilin.

Í 2011 var ferðafólkatalið 203.294 ferðandi umvegis Vága Floghavn, og í 2018 er hetta tal næstan tvífaldað til 377.813 ferðafólk, og nærkast floghavnin í Sørvági nú teimum 400.000 ferðandi árliga.

Framgongdin í 2018 var á 36.425 ferðandi, sum gevur ein vøkstur á 10,7 prosent.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo