Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Tekstlýsingar

Í heyst skipar Miðnám í Vestmanna fyri nýggjum ferðaleiðaraskeiði. Endamálið við skeiðnum er, at lesandi eftir lokið skeið skulu kunna virka sjálvstøðugt sum ferðaleiðari og kunna luttaka í tvørfakligum samstarvi.

Á Miðnámi í Vestmanna hava tey merkt stóran áhuga fyri at gerast ferðaleiðari, og ferðavinnan sigur seg eisini hava stóran tørv á útbúnum ferðaleiðarum.

Ferðaleiðaraskeiðið er sett saman í skeiðspørtum umframt endaligari verkætlan. Undirvísingin er skipað sum teoretisk og praktisk undirvísing í tilsamans umleið 200 undirvísingartímar. Tríggir fjórðingar er teoretisk undirvísing við floksundirvísing, fyrilestrum og bólkaarbeiði, meðan seinasti fjórðingurin er skipaður sum praktisk undirvísing við vitjanum, útferðum og venjingum.

Skeiðið byrjar 21. august og endar við próvtøku í mai komandi ár. Undirvíst verður á Miðnámi í Vestmanna mikukvøld kl.18.00 - 21.15, meðan útferðir og vitjanir verða skipaðar í vikuskiftum.

Meira kunning um skeiðið er at finna á www.miv.fo, og freistin at søkja um upptøku er týsdagin 11. juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo