Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Vinna

BETRI: Nýggj funka kemur í netbankanum sum app 6. nov, ið ger tað møguligt at eisini góðkenna gjaldingar og flytingar við fingramerki/andlitsmynd í staðin fyri við loynitali. Brúkar tú longu nú fingramerki ella andlitsmynd til at rita inn á netbankan sum app, er hesin nýggi møguleikin sjálvvirkandi virkin. Um ikki, kanst tú virkja funkuna undir ”Uppseting”.

Harafturat verður møguligt at skapa eitt betri yvirlit, av tí at tú nú kanst avgera sjálv/ur í hvørjari raðfylgju tínar kontur verða vístar. Fyrstu ferð, tú ritar inn í nýggju útgavuna, sært tú, hvussu tú ger hetta.

Fyri at økja um trygdina skalt tú vátta títt telefonnummar og trýsta eitt loynital, ið tú fært sendandi sum SMS boð. Harumframt er umráðandi, at tú minnist til altíð at hava skermlás á telefonini. Um ikki, kanst tú ikki nýta nýggjastu útgávuna av netbankanum sum app.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo