Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Vinna

Tann í Føroyum einaferð so illa lýddi bankin hevur verið í andróðri í fleiri ár av einum máli um hvíttvasking í Estlandi.

Og nú legst enn eitt mál afturat. Danske Bank verður settur í samband við málið um svik við momspengum fyri fleiri milliardir.

Í 2016, tá bankin var blivin kunnugur um at eitt mál var á veg í Estlandi, fóru nógvar milliónir sum helst stavaðu frá sviki við meirvirðisgjaldi, ígjøgnum eina kontu hjá einum av stjórunum í Danske Bank í Danmark.

- Hetta líkist hvítvasking og allar tær reyðu lampurnar áttu at blunka. Og hesaferð hendi tað beint undir nøsini á leiðsluni. So nú kann ongin longur siga, at svikið bara hendi í Estlandi, sigur Graham Barrow, ráðgevi, sum Finans hevur tosað við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo