At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Líka neyðugt tað er at hyggja fram eftir, líka gott kann tað vera onkuntíð at hyggja aftureftir, eftir teimum virðum, sum eru farin og gloymd, har bara søgan er eftir.

Hugsi um stilluviku. sum er í nánd, dymbildagavikan, ið hevur navn eftir, at ein klútur var bundin um klokkukúlvin í kirkjutorninum fyri at dempa ljóðið, ið skuldu á serligan hátt minna okkum á Jesu pínu og deyða.

Vit taka við nógvum nýggjum í kirkjuni, sum bæði kann vera gott og gagnligt, men eisini vánaligt og spillandi.

Hvat við eisini at tikið okkurt inn aftur av tí, sum er avlagt, men sum fær okkum at hugsa um eitt og annað í trúarlívinum?

Bara at varðveita navnið gagnar ongum, og ivaleyst veit fjøldin ikki, hvat dymbildagavika merkir. 

Sekulariseringin hevur við sær, at kristindómur og kirkja hava minnið og minnið at týða í samfelagnum og í lívinum hjá tí einstaka menniskjanum.

Tað er ein gongd, ið serliga hevur gjørt vart við seg í vesturheiminum.

Tí er eitt nú stilla vika, dymbildagavikan, vorðin líka óstill sum allar hinar vikurar í árinum.

Nógv góð virði máttu víkja fyri rationalismuni.

Nú kirkjurnar taka við so nógvum nýggjum og fremmandum, sum vit ikki altíð vita, hvat ið er, hevði eisini verið hugaligt og gott, at tikið okkurt av tí gamla og góða inn aftur í kirkjuna og guðstænastuna. Tað kann so ikki skaða nakað.

John S. Myllhamar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo