Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Havstovan: Fyri fisk og onnur djór, sum liva nær botni, er hitin niðri við botn – botnhitin – eitt tað týdningarmesta til at avgera, um tey trívast ella ikki.

Bæði fiskimaðurin og fiskifrøðingurin kunnu tí hava stórt gagn av góðum kunnleika um botnhitan á ymiskum leiðum, og hvussu hann broytist við tíðini. Síðan hon byrjaði sítt virksemi (sum Fiskirannsóknarstovan) hevur Havstovan savnað eina rúgvu av tilfari, sum kann økja um henda kunnleika, og eisini er tilfar savnað av øðrum.

Nýggja ritið er ein roynd at samanfata hetta tilfar uttan at fara alt ov nógv í smálutir, so at tað kann vera lætt at lesa hjá øllum áhugaðum.

Ritið liggur á heimasíðuni hjá Havstovuni og fæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo