At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Onnur tíðindi

Sunda kommuna: Farna hósdag hevði Sunda kommuna forkunnuga vitjan av Jakob Færch frá Lokale og Anlægsfonden - eisini nevndur LOA-grunnurin.

Endamálið við vitjanini var, at kanna karmarnar fyri virknum ítróttar og útilívið hjá borgarum í kommununi, og tosa um, hvussu kommunan saman við LOA-grunninum kann betra um karmarnar.

Kommunan hevur tvær stórar byggiverkætlanir í gongd. Vit byggja okkara fyrstu ítróttarhøll við Streymin og útbyggja ítróttarøkið við Margáir við m.a. venjingarhøli. Eisini eru ymsar aðrar verkætlanir á tekniborðinum, sum skulu eggja borgarum til eitt virkið útilív runt um í bygdunum.

Borgarstjórin, saman við umsiting og umboðum fyri Brim arkitektar vitjaðu í Saksun, við Margáir og í Náttúrulundini við Streymin. Umframt hetta, varð seinnaparturin brúktur til fund um ítøkiligar ætlanir og møguleikar fyri samstarvi.

Til seinast varð býráðið kunnað um virksemi hjá LOA- grunninum og um komandi samstarvið millum Sunda kommunu og LOA-grunnin.

Myndir frá vitjanini síggjast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo