Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Nes kommuna: Spæliplássið til barnagarðin er ov lítið og hevur bygdarráðið kannað møguleikan fyri at gera spælipláss og úti fitness, á stadionøkinum á Svangaskarði. Talan er um økið í sunnara enda millum kastigarðin og rennibreytina.

Umframt at verða eitt spælipláss hjá barnagarðinum, verður spæliplássið eisini eitt alment spælipláss, eins og úti fitnessøkið verður til almenna nýtslu.

Í hesum sambandi hevur kommunan fingið uppskot og tilboð frá Blika, Vind og Innspark. Á bygdarráðsfundinum 26. september samtykti bygdarráðið av taka av tilboðnum frá Innspark.

Tilfarið til alt økið verður bílagt í hesi vikuni, og leveringsfreistin er 6-8 vikur. Óvist er um arbeiði við økinum verður liðugt í ár, tí arbeiði við gummiundirlagnum krevur turt veður, eins og tempratururin skal verða tann rætti.

Á spæliøkinum verður m.a. aktivietssentur, reiggjur, karussel og trampolinir. Á úti fitnessøkinum er talan um crossfit útgerð.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo