Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tað eru súreplabóndur úr statinum Washington í USA sum saman við granskarum hava framalt nýggja súrplið, sum er ein blanding av sløgunum Honeycrisp og Enterprise. Nýggja súreplaslagið hevur fingið navnið Cosmic Crisp.

BBC skrivar, at fyrsta Cosmic Crisp súreplið sá dagsins ljós í 1997, og síðani hava tey arbeitt við at gera tað betri og betri, serliga við atliti til smakk og haldføri.

Og nú tora tey so at lova, at tað lætt kann halda sær í eitt ár um tað liggur kalt. Harafturat skal tað smakka sera væl við eini passaligari blanding ímillum tað súra og tað søta og við nógvari sevju.

Tað er óvist um og nær súrepli fer at finna veg hendavegin. Fyribils hava "alararnir" patent í 10 ár og teir hava plantað 12 milliónir súreplatrø. So er at vita, hvussu langt tað røkkur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo