Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Onnur tíðindi

Virkandi forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sanchez, hevur útskrivað nýval at vera 10. november.

Tað hendir eftir fleiri miseydnaðar royndir at skipa stjórn.

Sosialistiska stjórnin hjá Sanchez vann valið í apríl, og líka síðani hevur hann roynt at savna ein meiriluta og skipa stjórn, men til fánýtis.

Hetta er fjórða tjóðartingsvalið í Spania í fýra ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo