Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Skúli

Mentamálaráðið hevur lýst nýtt starv sum leiðandi skúlastjóri í Sunda kommunu, og samstundis hava 5 skúlaleiðarar fingið hoyringarskriv um ætlaðar broytingar í setanarviðurskiftunum. Lærarafelagið, sum varðar av starvsviðurskiftunum hjá skúlaleiðarunum, hevur á fundi í Mentamálaránum í oktober í ár gjørt vart við, at ein møgulig fólkaatkvøða um skúlaviðurskiftini eigur at vera avgreidd, áðrenn starvið sum leiðandi skúlastjóri verður lýst leyst.

Við at seta lýsingina í bløðini nú, er boðskapurin frá Mentamálaráðnum til borgarar í Sunda kommunu greiður: - Atkvøðugreiðslan hevur ongan týdning, ætlanin verður framd uttan mun til úrslitið av eini møguligari fólkaatkvøðu. Tað tykist sum um Mentamálaráðið vil boða frá, at vit fremja ætlanina undir øllum umstøðum, doyðin á, hvat úrslitið av fólkaatkvøðuni verður. Hetta kann ikki annað enn tulkast sum ein háðan av demokratiska rætti borgaranna í  kommununi, og samstundis ein háðan móti okkara limum, sum verða tiknir gíslar.

Fólkið avger niðurleggingina
Lærarafelagið er uttanveltað í spurninginum, um tað er rætt at niðurleggja skúlar ella ikki. Hetta er ein spurningur, sum eigur og skal avgerast av fólkinum á staðnum. Ásetingin í § 29, stk 5 í fólkaskúlalógini er ein trygd hjá borgarunum fyri at varðveita skúlan, sum sjálvstøðuga løgfrøðiliga eind við egnum skúlaleiðara, um fleirtal er fyri tí í bygdini. Eyðkennini fyri einari niðurlegging er, at skúlin verður lagdur undir aðra leiðslu, skúlastýrið tikið av og skúlaumdømismørkini eru burtur.

Almenna dansku kunngerðin allýsir eina niðurlegging soleiðis:

En skole nedlægges, hvis en skole:1) ophører med at have egen skolebestyrelse, egen skoleleder og eget skoledistrikt eller 2) henlægges under en anden skoles ledelse.

Tað er rættiliga óskiljandi, at Mentamálaráðið ikki bíðar eftir eini møguligari fólkaatkvøðu í Sunda kommunu, tí um fleirtalið í einum av bygdunum í kommununi ynskir at varðveita sín skúla, so merkir tað, at skúlin skal varðveitast, sum hann er í dag við egnum skúlastýri og egnari leiðslu. Sjálvur spurningurin á atkvøðuseðlinum leggur upp til tað. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni er bindandi fyri myndugleikarnar. 

Okkara limir eru gíslar
Limir okkara, sum eru skúlaleiðarar í 5 av skúlunum í økinum, hava fingið kunning um broytingarnar, men í ongum føri eru framtíðar starvsmøguleikar teirra viðgjørdir ítøkiliga, og enn minni nøkur loysn funnin. Hetta er ikki í lagi. Sambært teimum tíðarætlanum, sum  Mentamálaráðið hevur stungið út í kortið, er ætlanin at seta nýggja skúlastjóran 1. januar 2016.

Støðan kann gerast, at leiðandi skúlastjóri verður settur fyri allar skúlarnar í kommununi, samstundis sum ein møgulig fólkaatkvøða vísir, at ein ella fleiri av verandi skúlaleiðarum eiga at halda fram í starvinum, tí skúlin ikki skal niðurleggjast. Lærarafelagið kann ikki góðtaka eina so tilvildarliga viðgerð av starvviðurskiftunum. Ónøgdin og ótryggleikin er stórur millum millum limir okkara í Sunda kommunu av handfarðingini hjá Mentamálaráðnum.

v/ Lærarafelagið
Herálvur Jacobsen, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo