Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Politikkur

Virkandi - men vónandi skjótt fráfarandi - landsstýriskvinnan í skúlamálum, Hanna Jensen, hevur enn einaferð víst almenninginum sín stívrenda og ódemokratiska framferðarhátt.

Fyrst var tað útbúgvingin í løgfrøði, sum hon góðkendi í óðum verkum uttan at tryggja sær, at næmingar á Setrinum kunnu virka í rættarskipanini eftir loknan lestur.

Nú hevur hon so í óðum verkum økt summarferiuna hjá fólkaskúlalærarum við einari heilari viku - frá 7 upp í 8 vikur! Um vit skulu taka Kringvarp Føroya fyri fult tann 7. aug. 2019, so søgdu bæði formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, og stjórin í Kommunufelagnum, Eyðun Christiansen, at teir høvdu ikki biðið um hetta, og vórðu teir opinbart heldur ikki hoyrdir um hetta. Allarhelst er felagið Heim og Skúli heldur ikki hoyrt um longdu summarferiuna.

Ein so long summarferia setir barnafamiljurnar undir stórt trýst, tí nú verður enn verri at halda summarferiu saman.

Eisini setir hetta stór krøv til frítíðaransingina hjá kommununum, og tí er framferðin hjá Honnu Jensen dømi um ein ódemokratiskan og vanvirðiligan framferðarhátt. 

Eg havi í mong ár siti sum landsstýrismaður, men havi ongantíð sæ, at so álvarsamt átak sum 1 vika meira í feriu fyri ávísan bólk kann koyrast ígjøgnum uttan hoyring -  hevur landsstýrið og løgmaður blástemplað hetta?

Framsókn fremur álop á barnafamiljurnar
Tað er løgið, at har, sum Framsókn sleppur framat, verða álop framd á barnafamiljurnar.

Tað er ikki so long tíð síðani, at sitandi býráðssamgonga við Framsókn, Tjóðveldi og Fólkaflokkinum á odda øktu ansingargjaldið, so eitt vøggustovupláss fór úr uml. 2.600 kr. um mánaðin til nú at kosta uml. 3.000 kr. um mánaðin. 

Formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, var eisini í miðlunum, og sigast má, at framferðarhátturin hjá landsstýriskvinnuni - við vælsignilsi frá sitandi samgongu - er ein háðan móti pedagogunum.

Vit minnast øll, at Pedagogfelagið mátti fara í eitt drúgt verkfall fyri at fáa eitt sindur til fyrireiking, og sum bara endaði við einum møguleika fyri einum tíma (!) eyka um vikuna til fyrireiking - væl at merkja um stovnsleiðslan vil, meðan aðrir fakbólkar fáa eina heila viku forerandi frá landsstýriskvinnuni.

Gev pedagogfakinum ta virðing tað hevur uppiborið
Uttan at nakar skal missa nakað, fari eg sum umboð fyri Sambandsflokkin at virka fyri, at pedagogar fáa eitt lønarlyft, ið merkist, so tað eisini verður nemmari at yvirhalda lógina á økinum, sum sigur, at í minsta lagi 2/3 av starvsfólkunum á dagstovnum skulu vera námsfrøðingar.

Eg fari eisini at virka fyri, at pedagogfakið fær ta virðing og ta tygn, sum tað fortjenar!

Johan Dahl
valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo