Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

BankNordik kunnger í dag roknskapin fyri 3. ársfjórðing, sum er serliga merktur av øktum virksemi, afturførdum niðurskrivingum og lágum rentum. Tølini bera boð um, at kundar bankans sum heild eru væl fyri fíggjarliga, og alsamt fleiri føroyingar velja at fíggja bústaðin við realkredittláni.

”Hóast marknaðarumstøðurnar og framhaldandi lága rentustøðið gera tað av-bjóðandi at reka bankavirksemi, eru vit nøgd við úrslitið. Vøksturin í 3. ársfjórðingi stavar serliga frá vøkstri á realkredittøkinum, hækkandi tryggingarinntøkum og afturførdum niðurskrivingum. Góða gongdin hevur við sær, at nettoúrslitið fyri árið væntandi verður betri enn upprunaliga mett,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Einki røkist fyri, at lága rentustøðið á altjóða marknaðinum fer at broytast fyribils. Til tess at viga upp ímóti teimum útreiðslum, sum negativu renturnar hava við sær fyri bankan, lækkaði BankNordik herfyri allar innlánsrentur. Fyri vinnukundar merkir hetta, at innlánsrentan er vorðin negativ.

Vøkstur í realkredittlánum
Lága rentustøðið er ein fyrimunur fyri kundar, ið skulu taka lán til bústaðin. Hetta sæst aftur í vøkstrinum í realkredittlánum í BankNordik. ”Føroysku húsarhaldini hava vanliga fíggjað bústaðin við bankaláni, men nú bendir nógv á, at hetta fíg-gingarmynstrið er við at broytast. Alsamt fleiri av okkara kundum velja realkre-dittlán, sum í hesum døgum gevur møguleika fyri einari fastari lágari rentu. Sa-manborið við sama tíðarskeið í fjør er vøksturin í realkredittlánum uml. 200 mió. kr.”, sigur Árni Ellefsen.

Góða gongdin í føroyska samfelagnum sæst eisini aftur í virkseminum hjá dótturfe-løgum bankans. Inntøkurnar hjá Trygd eru øktar, og fáir stórir skaðar hava verið. Eftirspurningurin eftir bústøðum er framvegis stórur, og Skyn avgreiddi umleið 190 ognarsølur ársins fyrstu 9 mánaðar.

Nýggj deild letur upp í Klaksvík
Í næstum letur BankNordik nýggja bankadeild upp á Biskupstorginum í Klaksvík. Nýggja deildin er partur av stóru byggiverkætlanini, ið skal vera við til at menna miðbýin í Klaksvík. Endamálið við nýggju deildini er at geva bæði starvsfólkum og kundum betri og nútímans karmar. Almenn móttøka verður 14. november.

Roknskapurin í stuttum
• Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 130 mió. kr. samanborið við 137 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.

• Bankin førdi aftur niðurskrivingar á útlánum fyri 80 mió. kr. samanborið við 93 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.

• Rakstrarúrslitið gjørdist 211 mió. kr. samanborið við 230 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo