Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Skúli

Í dag var hátíðardámur á Rásini í Saltangará, tí átta næmingar, sum seinastu tvey árini hava búð og gingið í skúla har, fingu prógv. 

Rásin virkar sum eitt millumlið millum fólkaskúlan og víðari møguleikar hjá ungum við menningartarni, har tey fáa møguleika at búnast og gerast meiri sjálvstøðug, so tey betri megna at fóta sær.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, hevði heiðurin at handa prógvini og flyta fram røðu í góðveðrinum við Skálafjørðin í dag. 

Røðan tók støði í eini søgu - og greiði boðskapurin var hesin: 

»Men tað, sum vit ongantíð mugu gloyma, tað er hetta: sjálvt um tað, sum vit kunnu, av og á kann tykjast lítið í mun til tað, sum hini kunnu – so ger tað mun. Og tað kann enntá – sum hjá músini, eg fortaldi um í áðni – hava avgerandi mun.

Okkara lítla íkast ger altíð mun! Tykkara íkast ger altíð mun!«

Øll røðan kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo