Fyrigev tínum fíggindum. Onki argar teir meiri
- Oscar Wilde
Onnur tíðindi

Leygardagin 12. mai varð stovnandi aðalfundur av IAKM FO, ið er felag, ið hevur til endamáls at virka fyri rættinum til eitt mál hjá teimum, ið hava málsligar avbjóðingar. IAKM FO er stytting av International Association for the Karlstad Model Føroyar, og hevur føroyska felagið systirfeløg í hinum norðurlondunum.

Felagið tekur støði í virðisgrundarlagnum undir Karlstad modellinum, ið er eitt modell fyri málmenning, grundað á eina humanistiska menniskjafatan og eina visión um at fremja eitt gott lív fyri tann einstaka við virðing, luttøku, og javnvirði.

Hóast nógv arbeiði verður lagt í málmenning, so eru tað nógv børn í Føroyum, ið ikki ogna sær mál á sama hátt sum tey flestu, men sum mugu hava eyka hjálp og stuðul til tað. Í fleiri førum røkka verandi skipanir ikki hesum børnum, og tey detta tí niður ímillum. Viðhvørt er talan um at børnini hava onkra diagnosu ella brek, ið viðførir málsligar avbjóðingar, men langtfrá altíð. Nýggja felagið leggur dent á, at øll, uttan mun til hvat orsøkin til málsligu avbjóðingina er, eiga sama rætt til at menna sítt mál, alt eftir førleikunum hjá hvørjum einstøkum.

Herfyri var norðurlendsk ráðstevna í Føroyum, har evnið var málmenning eftir Karlstad modellinum. Stórur áhugi var fyri ráðstevnuni, bæði millum avvarandi og fakfólk, og kom tørvurin á alternativum undirvísingarhattum til fólk við málsligum avbjóðingum greitt til sjóndar.  Stigtakararnir til felagið meta tí, at stórur tørvur er á at seta fokus á hetta sera týdningarmikla økið, og fara við støði í Karlstadmodellinum millum annað at arbeiða fyri at breiða út kunning um Karlstadmodellið, at skunda undir at fáa fleiri vegleiðarar runt um í landinum, og at eggja til at meira føroyskt málmenningartilfar verður framleitt.

Forkvinna í felagnum er Magna Jógvansdóttir. Hinir nevndarlimirnir eru Ása Hansen, Eyðbjørg Hansen, Ása Dánjalsdóttir, Fía Petersen og Svanna Dam Joensen.

Felagið er opið fyri øllum við áhuga fyri evnum sum umfata rættin til eitt mál, samskifti og málmenning, tekn til talu og skrift sum alternativt og stuðlandi samskifti. Á facebooksíðu felagsins ber til at kunna seg nærri um felagið, og at tekna seg sum lim.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo