Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Lesarin skrivar

Í jólavikuni varð kunngjørt, at landsstýrið ella løgtingið ætlar at keypa gróthúsið í miðbýnum í okkara høvuðsstaði yvirav ”Det glade hjørne” og Ebenezer.

Um nakrar dagar, 30. januar, eru 110 ár liðin, síðani hetta vakra húsið var tikið í nýtslu av tí tá 73 ára gamla Færø Amts Sparekasse.

Fólk við vanligum skili –  at vit eru ein stórur meiriluti, er eingin ivi um –  hava ilt við at skilja slíkan ørskap.

Um landsstýrið hevði kunngjørt, at 100 milliónir verða nú, beinanvegin, játtaðar yvir 5 ár til umvæling, restaurering, av almennum ognum: sjúkrahúsaognir, ognir í Hoydølum, læraraskúlin, handilsskúlin, tekniskir skúlar, barnagarðar og –heim, ognir í Tinganesi, úti á Reyni og øðrum ognum í misrøkt, so hevði ongin mótmælt. Sumt stendur gapandi tómt. Verður als ikki brúkt. Á den skomm.

Vagnur Michelsen (www.hvannrók.fo) og Oddvør Johansen hava so virðiliga og sera álvarsliga mótmælt hesum ørskapi við niðurstøðuni: Um P/f Eik Banki ætlar at selja 110 ára gamla gróthúsið á Niels Finsensgøtu, so má tað verða til Tórshavnar kommunu og ongan annan.

Um løgtingsins fíggjarnevnd ikki trívist undir liðini á løgtinginum á gamla Apotekinum á Vaglinum, so hon um tað.

Heri Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo