Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Tað skelkaði meg at hoyra í útvarpinum í morgun, at eitt valevni fyri Tjóðveldi hevur sum sítt hjartamál, at børn niður til seks ára aldur skulu sleppa at velja sítt egna kyn.

Hervør Pálsdóttir, valevni hjá Tjóðveldi og limur í teirra ungmannafelag, er uppstillað av sjálvum flokkinum. Tí hugsi eg at hesin kritikkurin er eisini rættaður ímóti Tjóðveldi, tí eg kundi hugsað mær at fingið at vita frá Tjóðveldi, um flokkurin stuðlar teirra valevni í hesi søk?

Vit vita at børn eru børn, og at børn ikki sleppa alt tað tey vilja. Tað er upp til foreldrini at verja síni børn og taka støðu teirra vegna. Børn eru ikki myndug, og kunnu tí ikki atkvøða, tey kunnu ikki keypa rúsdrekka, tey kunnu ikki koyra bil og ein kundi hildið áfram.

Skal Tjóðveldi nú eisini treingja seg inn í familjulívið og avgerða fyri foreldrini hvat teirra børn skulu halda um seg sjálv. Hetta er reinur ørskapur og totaliterianism, sum vit kenna frá kommunistisku einaveldunum í farnu øld.

So verður ivaleyst tann umbering sett fram, at foreldrini skulu taka hesa avgerð fyri barnið, um barnið vil skifta kyn.

Har kann eg so vísa á, at tíðindastovan Russia Today hevði fyri kortum eitt innslag um hendan trupulleikan, har eitt foreldur í statinum Texas í USA hevði valt, at barnið skuldi hava annað kyn enn tess nátúrliga, tað sum tað var føtt við.

Pápin, sum ikki hevði eins góðar treytir at ráða yvir sínum barni sum mamman. Ivaleyst av tí at foreldramynduleikin ikki var felags, ella tí at lógin um kynsskifti stóð hægri enn foreldramynduleikanum hjá pápanum, er noyddur til at kallað sín son fyri sína dóttur.

Eg hugsi eisini, at vit foreldur lata okkara børn ganga á dagstovni og í fólkaskúla. Skulu hesar stovnar nú sleppa at undirvísa okkara børnum um møguleikan hjá teimum at velja kyn?

Eg kann ikki annað halda enn, at alt hetta er LGBT agenda, sum av sonnum er ein glíðibreyt, har vit hava mist tamarhaldið.

Vit hava mist tamarhaldið á okkum sjálvum, um vit nú skulu billa hesum smáu børnum nakað inn, sum ikki er sannleiki.

Alt hetta skal gerast í navni tolsemis og frílyndi.

Eg havi ikki hug til at loysa við Tjóðveldinum á odda.

Eg ætli mær at atkvøða nei fyri einari stjónarskipan, um hetta skal vera grundarlagið fyri einum sjálvstøðugum Føroyum.

Sjúrður Olsen
Veljari

Hoyr brot her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo