Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Framsýningar

Glyvramaðurin Øssur Johannesen, sum annars býr í Keypmannahavn,  hevur um vikuskiftið listaframsýning í listafólkabústaðnum í Tjørnuvík. Meðan hann hevur hildið til í Tjørnuvík,hevur Øssur skapt tekningar av áum, fjøllum og brimi í Tjørnuvík.

Við á framsýningini hevur hann eisini tvær sjálvsmyndir, tvær tekningar av tónaskaldinum á Sandi, eina tekning av Richardi Long, eina av Mao, eina av Jesusi, eina av Grethu Thunberg og Trump, eina av Tindhólmi og eina av einum dripnum donskum soldáti, sigur hann. 

Framsýningin í Tjørnuvík letur upp fríggjadagni 25. oktober kl. 16 og er opin til og við sunnudagin 27. oktober.

Allar dagar er opið frá kl. 16 til 20. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Øssur Johannesen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo