Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Arsene Wenger, venjarin hjá Arsenal, hevur nú gjørt greitt, at Mesut Özil og Alexis Sanchez ikki sleppa at skifta felag í næsta flytingarglugganum, sum letur upp í januar.

Hetta kom fram á tíðindafundinum, sum hann helt undan heimadystinum hjá Arsenal ímóti Huddersfield í annaðkvøld.

Sambært Daily Mail segði Wenger millum annað hesum viðvíkjandi á tíðindafundinum, at...

- Tað kemur ikki uppá tal. Eg hugsi ikki um tað hvønn dag, men so leingi teir eru her, hava teir skyldu at gera sítt besta fyri liðið og felagið.

- Í mínum hugaheimi, so verða teir her til endan av kappingarárinum. Tað er ein avgerð, sum varð tikin í byrjanini av kappingarárinum, og stendur hon við, uttan so at okkurt heilt ótrúligt hendir.

- Verða teir longur enn tað? Tað er ógjørligt at svara tí spurninginum í dag.

Sáttmálarnir hjá Mesut Özil og Alexis Sanchez ganga út í summar.

Arsenal liggur í løtuni á einum 4. plássi í ensku Premer Leagu við 25 stigum, 12 stig aftanfyri Manchester City á 1. plássinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo