Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Lesarin skrivar

Føroyskir fjølmiðlar bóru boð um, at á stevnu í ungdómsins Norðurlandaráði, í oktober 2018, høvdu tvær ungar føroyskar kvinnur borið fram síni fremstu politisku ynski, sum ungdómsfelagsskapur Norðurlandsráðsins kundi stuðla at fáa framd.

Hesi ynski vóru, at ALLAR kvinnur í norðurlondum – eisini tær føroysku – skuldu fáa lógarfrælsi at fáa børn síni BURTURBEIND í móðurlívi.

Ótruliga ófrættakend ætlan og fráboðan frá ungum føroyskum kvinnum á norðurlendska leikpallinum.

At hugsa sær, at tvær ungar føroyskar kvinnur og framtíðarmøður skulu seta slík stevnumið fyri seg og sínar samsystrar: At fáa lógir samtyktar, so allar føroyskar kvinnur frítt skulu kunna fá loyvi til at týna framtíðar børn og føroyingar í móðurlívi!

Hevði skilt tað, um tað var øvugt: At tær sum kvinnur royna at gera alt fyri at VERJA børn í móðurlívi!!!

Ein kann ikki annað enn seta sær spurningin:

Hvar er móðurkenslan, móðurkærleikin og móðurumsorganin fyri sínum egnu og komandi ættarliðum?

Sambært almennari fráboðan, so umboða tær báðar ungmannafeløgini Samband og Sosialistisk ung.

Svenning av Lofti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo