Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Islamkritikkarin og stovnarin av flokkinum "Stram Kurs" Rasmus Paludan varð í dag álopin av einum ella fleiri monnum á Blågårds Plads á Nørrebrø í Keypmannahavn.

Hetta skrivar DR.

Paludan ætlaði at skipa fyri einum mótmælistiltaki á Nørrebro, men ætlanir hansara vórðu av ongum.

Tað hevur verið sera ófriðarligt í Keypmannahavn í dag, og sambært DR hava umleið 200 menn luttikið í ófriðinum í sambandi við ætlaða mótmælistiltakið hjá Paludan.

Hesir hava kastað við fløskum, steinum og kanónsløgum, umframt at teir hava sett eld á konteynarar.

Ein persónur varð handtikin í sambandi við álopið á Paludan, sum slapp snikkaleysur frá tilburðinum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo