Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Ferðavinnan hevur tikið dik a seg, nú ikki er komiligt í bygd longur vegna fremmanda fólk.

Føroyingar á bygd og útoyggj kenna seg ikki sørt nærgingnar, nú fremmanda fólk ganga í túninum og taka myndir av øllum.

Vit seta tí spurningin, eru Føroyar okkara land ella landið hjá fremmanda fólki og ferðavinnuskrivstovum í Tórshavn.

Óðalin er heilagur og mikið eldri enn Tórshavn og Løgtingið.

Nú ætla tey at gera seg inn á ognarrættin og okkara fosturjørð við at loyva øllum at mala frítt og frælst í haganum uttan loyvi.

At mala frítt og frælst í Føroyum merkir eisini atgongd til hvørt einstakt grundstykki í Føroyum og í hvønn kjallara ella hvat?

Vit mega tí taka fyri givið, at Mykinesfólk og Saksunarfólk fara at kunna tjalda í einum og hvørjum hava og garði í Tórshavn á næstu Ólavsøku og hvi ikki enntá kamari.

Bygdarmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo