Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Krutl

Vestmanna heldur Earth Hour í 2018.

Earth Hour byrjaði í Sydney í 2007. Endamálið er meira súmbolskt enn nakað annað, tí tey koma ikki út við tølum fyri, hvussu nógv nú er spart og minni dálkað henda tíman, tá tiltakið er liðugt.

Tiltakið er hvørt ár síðst í mars, og tað appellerar til stórar fyritøkur og einstaklingar eins væl og kommunur ella býir og bygdir. Endamálið er heilt einfalt at sløkkja ljósið í ein tíma ímillum 20.30 og 21.30, fyri at "vísa okkara gongustjørnu eitt sindur av vælvild" sum fyrireikararnir siga á wikipedia. Í dag eru meira enn 7.000 býir og bygdir í 187 londum við í tiltakinum, siga tey.

Sum vitiligt er, so eru ikki øll líka hugtikin av tiltakinum. Fleiri hava á sín hátt víst á, at tað hevur ímillum lítlan og ongan týdning at sløkkja lósið í ein tíma. Og tiltakið hevur eisini elvt til onnur tiltøk við mótsettum fortekni, um vit kunnu siga so.

Til dømis er nú eisini ein "Human Achievement Hour" sum heldur vil hátíðarhalda allan tann framburðin sum mannaættin hevur staðið fyri. Hesin felagsskapurin heitir á fólk um við gleði at brúka alt tað sum vit hava uppnátt, tað verið seg ídnaður, medisin, orka og alt annað. Ein annar sum mótmælir er navnframi Jeremy Clarkson frá gomlu BBC sendingini Top Gear. Hann heldur so lítið um Earth Hour, at hann tendrar alt sum er elektriskt í húsinum, tí hann trýr onki uppá, at tiltakið ger nakran sum helst mun, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo