Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Tað eru nakrar broytingar farnar fram í ognarviðurskiftunum í Bakkafrost síðstu dagarnar.
 
Norska efterlønarfelagið, Folketrygdfondet, eigur nú 10,8% í Bakkafrost. Harvið er Folketrygdfondet størsti eigari í Bakkafrost.
 
Hinvegin, so hevur niðurlendska eftirlønar- og tryggingarfelagið NN group, minkað um sín ognarlut, og eigur nú beint undir 5% av felagnum.
 
Ognarbroytingarnar eru farnar fram í sambandi við uppkeypið, Bakkafrost gjørdi í Skotlandi í síðstu viku.

Bakkafrost keypti meirilutan í næststørsta alifelagnum í Skotlandi, The Scottish Salmon Company.
 
Samlaða virðið á The Scottish Salmon Company er 5,5 milliardir norskar krónur.

Bakkafrost hevur eitt tilsvarndi marknaðarvirði á 25 milliardir norskar krónur.
 
Bakkafrost hevur í sambandi við keypið lýst til eykaaðalfundar í felagnum, sum verður 18. oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo