Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, AMEG, er settur á stovn við løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 við seinni broytingunum.

Grunnurin hevur til endamáls at tryggja øllum íbúgvum landsins eina arbeiðsmarknaðareftirløn.

Fæ grunnsins verður fingið til vega við at allir persónar undir 67 ár rinda grunninum 2,25% av teirra árligu skattaskyldu inntøku og allir arbeiðsgevarar rinda 2,25% av útgoldnum A-inntøkum.

Stovnurin fór undir regluligar útgjaldingar til persónar yvir 67 ár 1. apríl 1997. Ein persónur hevur rætt til eftirløn, tá hann hevur fylt 67 ár.

Lógargrundarlag:  (Løgtingslóg nr. 39 frá 07. mai 1991 um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn)

§ 3.13) Rætt til arbeiðsmarknaðareftirløn eigur hvør persónur, ið hevur fylt 67 ár, og sum í minst trý ár, meðan hann var millum 15 og 67 ára gamal, tá hevði fastan bústað í Føroyum og var skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum.

2. stk.13) Persónur, sum lýkur krøvini í stk. 1, hevur rætt til 1/40 av fullari arbeiðsmarknaðareftirløn fyri hvørt árið, tó í mesta lagi 40 ár, hann hevur havt fastan bústað í Føroyum og verið skrásettur í fólkayvirlitinurn í Føroyum, meðan hann var millum 15 og 67 ára gamal.

3. stk.13) Rætturin tekur við hin fyrsta í mánaðinum, ið viðkomandi hevur fylt 67 ár. Rætturin heldur uppat við endan av mánaðinum, tá treytirnar eru burtur.

TAKS umsitur bæði inngjald og útgjald í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.

Les alt skrivið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo