List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

32 ára gamli málverjin hjá Fleetwood Town, Chris Neal, tryggjaði sær í dag rættin til ókeypis pizza frá pizzaketuni "Papa John’s" í eitt heilt ár, eftir at hann, saman við liðfeløgum sínum, var við til at skapa eina lítla sensatión í FA Cup í dag.

Fleetwood Town, sum til dagliga leikar í triðbestu ensku deildini, megnaði nevniliga at leika javnt 0-0 á heimavølli ímóti Premier League meistarunum frá 2016, Leicester City.

The Sun skrivar, at Papa John’s undan dystinum setti seg í samband við Neal og lovaði honum eitt árs ókeypis forbrúk av pizza, um hann helt málið reint á Highbury Stadium - og mín sann, um Neal ikki helt málið reint.

Leicester City hevði ikki kenda framherjan Jamie Vardy við á liðnum í dag og megnaði heldur ikki at skapa teir heilt stóru møguleikarnar í dystinum í dag.

Leicester hevði bert fýra skot uppá mál.

Við hesum skulu liðini bæði leika ein umdyst fyri at gera av, hvør av teimum kemur víðari til 4. umfar í FA Cup.

Umdysturin verður leiktur á heimavøllinum hjá Leicester.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo