Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Vinna

Bryggjaríið Okkara hevur enn einaferð vunnið heitið, sum besta bryggarí. Hesa ferð er tað viðurkenda heimasíðan Ratebeer.com, ið hevur kosið Okkara at vera besta bríggjarí í Føroyum.

Tað er Okkara Portari, ið liggur ovast á listanum.

- Eg bleiv uppringdur í dag við boðnum um, at Okkara hevði vunnið heitið sum ársins besta bryggarí 2018 í Føroyum. At tað var viðurkenda heimasíðan Ratebeer.com, ið hevði kosið okkum at vera Føroya besta bryggarí, gjørdi tað ikki verri, sigur Petur Petersen, ølstjóri hjá Okkara.

Ratebeer.com er heimasíða har ølfjepparar kring allan heim kunnu atkvøða um bestu ølina og kjakast um øl.

Heimasíðan hevur fleiri hundrað túsund brúkarar úr meiri enn hundrað ymiskum londum, og til samans hava tey ummælt fleiri hundrað túsund ymisk sløg av øli úr øllum heiminum.

Á hvørjum árið finnur Ratebeer.com besta bryggjarí í hvørjum landi. Vinnarin er tann, ið hevur fingið flest atkvøður yvir eitt ár í tí einstaka landinum. Fyri føroyskar øl hevur portarin hjá Okkara vunnið heitið sum Føroya besta øl 2018. Afturat tí situr Okkara bryggarí á sjey av teimum bestu á listanum yvir føroyskt bryggjað øl.

- Tað hevur nógv at týða fyri okkum, at vit hava fingið heiðurin sum Føroya besta bryggarí frá júst hesari síðuni, tí her eru tað okkara kundar, ið ummæla. Vit kunnu sostatt siga, at vit hava sera nøgdar kundar", sigur Petur.

- Tað, at vit eisini eiga sjey tær bestu ølirnar í Føroyum, er enn ein viðurkenning av, at vit eru á rættari leið og hava vind í seglunum.

Okkara bryggarí ger bæði tað, sum verður kallað mainstream øl og serøl, og tað er eitt bland av báðum sløgum, ið eru á listanum yvir bestu ølirnar í Føroyum.

- At Okkara Portari liggur ovast á listanum, kemur ikki óvart á okkum. Hetta er ein stout, ið hevur verið við frá byrjan og er sera væl umtókt. Eitt nú verður hon nógv brúkt sum dessertøl, tí hennara karamellmalt við einum veti av lakresi fær sjokuláta- og rómagrundaðar dessertir veruliga at ganga upp í eina hægri eind - og vit øll vita, at føroyingum bæði dáma væl eina góða dessert og, ikki minst, øl, sigur Petur skemtandi.

Ratebeer.com ger eitt skjalprógv til vinnandi bryggjaríini, og Petur hevur eisini fingið eitt sendandi,

- Vit fara sjálvandi at hanga tað upp í handlinum hjá okkum í Tórshavn, so føroyski kundin veit, at hjá okkum kann tryggja sær góðskuøl, sigur Petur Øl.

Yvirlitið á ratebeer.com yvir føroyskt øl sæst her: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo