Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Vinna

Okkara jól fekk eitt flott annað pláss til jólabryggjsmakking í Jútlandi seinasta vikuskiftið, bert tvey stig aftanfyri vinnaran. Vinnarin gjørdist Merry Christmas frá Hancock Bryggerierne.

Tað var Selskab for Vestjysk Ølkultur (SVØ) sum stóð fyri smakkingini og limirnir skuldu geva stig alt eftir hvussu væl teimum dámdu tey. Tað vóru 8 jólabryggj við í tí lætta flokkinum, við jólabryggi undir 6,8% í styrki, og tey vórðu mett úr frá teirra liti, lukti, smakki og eftirsmakki.

"Vit eru sera errin av avrikinum", sigur Petur Petersen, sølustjóri hja Okkara, og leggur skemtandi afturat, "men vit eru ikki ovfarin av úrslitinum."

Hetta er annað árið á rað at Okkara jól fær annað pláss hjá SVØ, og Okkara jól hevur fingið sera nógv góð ummæli síðan hon kom út í 2013:

"Tað er altíð stuttligt at fáa ein tílíkan heiður, og tað ger, at man fær enn meira hug at halda áfram við at bryggja góðsku bryggj".

Okkara Jól er ein sonevnd red ale, t.v.s. eitt sindur myrk øl við einum ávísum søtleika úr maltinum, og tað kemur eitt gott hvítt skúm, tá ølin er skonkt í eitt glas. Okkara Jól er yvirgera, og tað gevur ølini ein frískan, søtan og fruktkendan smakk, ið skapar javnvág saman við tí meiri kryddaða smakkinum:

"Úrslitið er ein væl smakkandi øl, ið kann njótast, sum hon er, og so hóskar hon sera væl aftur við føroyskum mati og siðbundnum jólamati", leggur Petur afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo