Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Lesarin skrivar

Í Sosialinum, um vikuskiftið 29-3-2019, lósu vit eitt lesarabræv ”Føroyamálsdeildins fake old news,” sum Ole Wich hevur skrivað. Í Sprotanum merkir fake: fals, svik, fupp.

Av hesum lesarabrævi framgongur m.a., at V. U. Hammershaimb ”har kun en mikroskopisk andel i udviklingen af det færøske skriftsprog”….

Hetta gevur orsøk til fylgjandi viðmerkingar:  

Í MDCCCCXXIV [1924] gav Felagið Varðin út bókina J. C. Svabo Føroyaferðin 1781-1782, og 26. januar 1941 helt M. A. Jacobsen røðu við úrskurði úr nevndu bók á ungmannastevnu Merkisins um Jens Christian Svabo:

Um Svabos orðabókarhandrit
“Meðan Svabo las í Keypmannahavn í 1770´unum, gjørdi hann útkast sítt til eina føroyska-danska-latínska orðabók. H. C. Lyngbye sigur, at Svabo skrivaði eitt eintak til kong, eitt til drottningina, tvey til prinsarnar, eitt til Suhm, eitt til Erichsen og eitt til Langebæk.

Av hesum sjey orðabókaravskriftunum kenna vit fimm: tær fýra eru á Kgl. Bókasavninum í Keypmannahavn, og eitt á Háskúlasavninum í Jena [býur í Týsklandi við universiteti]. Hesi handrit innihalda rúmliga 5300 føroysk orð.

Tað seinasta og størsta orðabókarhandritið gjørdi Svabo á gamlamannaaldrinum í Føroyum. Tað inniheldur o.u. 7500 orð og verður goymt á Háskúlabókasavninum í Keypmannahavn.”

Um Svabos kvæðahandrit
”Í formálinum til ta orðabókaravskriftina, sum er dagfest 11. juni 1773, [skyldmaðurin V. U. Hammershaimb er føddur 1819] skrivar Svabo til Suhm, at hann fegin vil – tá ið til ber – senda honum føroyskar kvæðauppskriftir sum dømi um gamlan skaldskap. Á Kgl. Bókasavninum er til eitt lítið kvæðahandrit eftir Svabo. Tað inniheldur 3 kvæði, og vit vita, at Suhm hevur átt handritið. Á tittulblaðnum stendur  ”I. Hefte,”  og kvæðini, sum eisini eru í tí stóra kvæðahandritinum (frá 1780´unum), finnast her í einum øðrum sniði.

Chr. Matras hevur ávíst, at hetta kvæðauppskriftið er frá 1770´unum, og at hetta prógvar, at Svabo longu tá er farin undir at skriva kvæði upp. Hetta lítla handritið er tí elsta goymda uppskrift av føroyskum kvæðum.

Men tað er fyrst á føroyaferð síni 1781-82, at Svabo fær høvi  at skriva kvæði upp eftir livandi mannasøgn……

Tá ið hann var afturkomin til Keypmannahavnar, skrivaði hann eftir uppskriftum sínum kvæðini í trý stór og prýðilig bind. Hetta er tað einasta bókaverkið, sum tað eydnaðist honum at leggja fullfíggjað úr hondum. Jón Erichsen fekk krúnprinsin  at keypa handritið til Kgl. Bókasavnið.

Kvæðahandrit Svabos eru tey fyrstu skrift í nýggjari tíð við samanhangandi teksti á føroyskum máli.”

Um Svabos ”Indberetninger”
”Hetta handritið er eitt av høvuðsbókaverkunum um Føroyar. Og tó at aðrir hava drigið nýtslu av tí, t.d. Landt, er tað kortini enn aðalverkið, sum øll mugu leita til, ið vilja kanna føroysk viðurskifti.

Handritið er í 7 bindum. Vit vita, at til hava verið tvey eykabind, men tey eru burtur nú.”

Í Gyldendal Den Store lesa vit um Jens Chr. Svabo: ”Hans ordbog Dictionarium Færoense I-II, Chr. Matras 1966-70 og hans visesamlinger danner indledningen, ikke alene til studiet af det færøske sprog og digtning, men også til det færøske åndsliv i nutiden.”
                                                           
200 ára føðingardagur V. U. Hammershaimbs 25. mars 2019 varð hildin av Føroyamálsdeildini í Kongshøll, men greinskrivarin Ole Wich vil vera við, at Føroyamálsdeildin átti í góðari tíð at fráboða sannleikan um upprunan av okkara skriftmáli, ”således at alle havde mulighed for IKKE at dumme sig for åbent tæppe – også kulturminister Hanna Jensen.”

”10. apríl 1800 skrivaði Svabo bønarbræv til ríkisstýrið og biður um neyðturviliga hjálp at sleppa heim fyri. Umsóknin varð játtað, og á sumri 1800 kom Svabo aftur til Føroya at vera við alla. Tá hevði hann verið burturi í 35 ár. Tað kann av sonnum sigast, at lagnan varð Svabo ómild og tung at bera.

Ellisár síni livdi Svabo í Havn. Her livdi systir hansara, Armgard Maria, sum var gift við fútanum Venceslaus Hammershaimb. Vit vita, at Svabo leigaði rúm í Pætursarstovu, í ovaru helvtini, men tey seinastu árini, hann livdi, mann hann helst hava búð í Nýggjustovu, sum Hammershaimbsfólkini áttu.

Ein lítlan fátækrastyrk fekk hann frá ríkisstýrinum.

Men tó at Svabo var so illa fyrikomin av sjúku og fátækadømi, gavst hann ikki við vísindaliga starvi sínum….

Á gamalsaldri – tá var hann farin av sjeytiárunum – fekk hann at síggja, at lærdir menn góvu sær far um føroyskt mál og føroyskan skaldskap, og sjálvur átti hann part í hesum. Men høvuðsverk hansara vóru gloymd, tí tey lógu óprentað í goymslum í Keypmannahavn. Hetta prógvar, at Svabo, sum livdi meginpartin av lívi sínum í mótburði og neyðarkorum, ongantíð gavst, men helt á við arbeiði sínum til deyðadags.”

Vit vita, at J. C. Svabo er føddur 1746, men føðingardagurin tykist at vera gloymdur. Hann doyði 14. februar 1824. Í ár eru sostatt liðin 195 ár, síðani Svabo doyði og varð jarðaður í Havn. Hetta átti at verið markerað, eitt nú í skúlunum við livandi upplýsingum um flogvitið og úrmælingin Jens Christian Svabo, sum ikki legði frá sær hóast áhaldandi píndur av fátækadømi og sjúku.

Nær verður okkara Mentunargrunnur, Tórshavnar býráð og Landskassin so væl fyri – mentunarliga og fíggjarliga –  at alt tað nógva, teir báðir vinmenninir og vísindamenninir J. C. Svabo og Nicolaj Mohr skrivaðu, og sum liggur væl goymt og væl fjálgað ymsastaðni í Keypmannahavn og aðrastaðni, ja, nær verður hesin vísindaligi dýrgripur givin út í virðiligum bókverki?

Kanska Sankta Nimmursdag! tá fyrst – fyrstani tá.

Heri Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo